Starvsfólkamenning og starvsfólkarekrutering

Innleiðing og bakgrund

OLE verkætlanin staðiliga staðfesti okkara framtíðartørv viðvíkjandi rekrutering og førleikamenning av starvsfólkum. Nógvar tvørtjóða líkheitir eru í framtíðartørvinum um broytingar og menning.

Vit fara at leggja serligan dent á menning av starvsfólki, bæði verandi og komandi starvsfólki. Fyri at nøkta framtíðartørvin av starvsfólkum og við fjølbroyttari ábyrgdarøki hjá starvsfólkunum verður tørvur á eini stórari øking av nýggjum starvsfólki.

Fyri at nøkta framtíðaravbjóðingarnar, er avgerandi neyðugt eisini at fáa fleiri menn í starv. Her kann ein samskipað førleikamenning á einum hægri støði hava jaliga ávirkan.

Verandi arbeiðshættir fyri førleikamenning og starvsfólkarekrutering er ikki nokk til at liva upp til tørvin, sum vit staðfestu í OLE 1.

Úrslitini frá OLE 1 vístu eisini, at neyðugt er við tøttum samstarvi fyri at koma á mál. Í so máta sæst eisini, at arbeiðsbýtið, vit brúka í arbeiðsdegnum, hevur stóra ávirkan á úrslitini av framtíðar rekruteringini.

Frá úrslitunum hava vit valt fylgjandi øki at arbeiða við:

  1. Skipa langtíðar marknaðarføring av verandi yrkisleiðum.

    Gera eina skipan fyri alment PR, vísa á positiv úrslit við tí endamáli at hækka fatanina um eldrarøktina

    • PR bygt á jalig dømi
    • Útvald dømi lýst
    • Amboðskassi sum kann brúkast í tvørtjóðarligum umhvørvi.
  2. Gera mannagongdir fyri strategiska starvsfólkarekrutering.

    • Fyrireika eina langtíðarætlan
    • Eyðmerkja tvørtjóðarligu sólskinssøgurnar fyri at tiltrekkja starvsfólk
    • Preferansa og status hjá málbólkum broytist við tíðini
    • Tjóðarligar umstøður til dømis høgur ella lágur status
    • Samskipa strategiska rekrutering og funktiónir sum eitt hugtak á eldraøkinum.
  3. Gera mannagongdir fyri varandi samskifti við skúlar og arbeiðsmarknað.

    • Menna og viðlíkahalda samstarv við undirvísingarskipanina
    • Leggja dent á samskifti við hóskandi málbólkar so tíðliga sum gjørligt
    • Menna mentunarligt samstarv við tey eldru, og stimbra teirra luttøku i arbeiðsdegnum.
    • Samstarv við skúlaskipanina er við tveimum høvuðsendamálum, at skapa eina frálæru tvørtur um ættarliðini og at kunna næmingar í millumútbúgvingum um tær jaligu síðurnar at starvast innan eldraøkið.
  4. Førleikastigini.

    • Gera eina skipan fyri starvsfólkamenning
    • Gera KT-skipan sum stuðlar leiðslu og starvsfólkum í teirra arbeiði
    • Raðfesta undirvísing á alnótini høgt
    • Gera vitanarbanka innan førleikamenning.

Tú kanst lesa meira um okkara arbeiði og hvussu tað líður fram í frágreiðingunum, sum vit leggja niðanfyri. Viðmerkingar kunnu sendast til ein og hvønn av okkum, sum standa niðanfyri.

Participating Partners and their Contact Persons

    No Documents

    No documents have been uploaded. Please check back later.

    The Latest Comic


    by Hans Lindström

    More comics

    August 2011

    SMTWTFS
    123456
    78910111213
    14151617181920
    21222324252627
    28293031