Netverk

Innleiðing og bakgrund

Okkara samfeløg hava tørv á at útvikla møtistøð, har fólk kunnu møtast uttan eina formliga innbjóðing, og vera við í tiltøkum av egnum áhuga. Møtistøðini kunnu eisini vera á alnótini.

Eitt stað á alnótini, upplýsingar- og tiltaksdepil, har fólk kunnu skiftast á hugskotum og finna upplýsingar um tiltøk og annað av lokalum áhuga fyri eldri. Hesin formurin fyri samskifti er serliga væl hóskandi í spjatt bygdum økjum har tað er trupult at finna onnur við somu áhugamálum.

Hetta var roynt í Luleå í tí fyrstu OLE verkætlanini við eini vevsíðu á alnótini kallað lulesenior.

Frá úrslitunum hava vit valt fylgjandi øki at arbeiða við:

  1. Verandi vevsíða í Luleå

    • Stovna umsiting undir einum nýggjum eigara/veitara
    • Eyðmerkja og velja móttakarar
    • Hjálpa til við loysnum fyri framtíðar fígging
    • Umlegging av rættindum og bindingum.
  2. Samfelag á alnótini, møtistað fyir eldri borgarar, við fokus á tvørtjóðarligar loysnir

    • Skráseta og avgera verandi amboð
    • Lýsa møgulig hugtøk og málbólkar
    • Tað góða dømið, uppseting osv.
    • Skapa líknandi vevsíðu í Føroyum í verkætlnarskeiðinum.
  3. Gera eitt model fyri fysisk og óformel møtistøð

    Endamálið er til dømis at birta uppundir pensionistar til at organisera tiltøk sum útbúgvingarskeið og sjálvboðin tiltøk sum ganga tvørtur um ættarliðini

    • Eyðmerkja ábyrgdarøki
    • Avgera innihald og hugtøk
    • Lýsa neyðugar hentleikar og fysiskar karmar
    • Eyðmerkja og planleggja tiltøk
    • Lýsa amboð og tað góða dømið.

Tú kanst lesa meira um okkara arbeiði og hvussu tað líður fram í frágreiðingunum sum vit leggja niðanfyri. Viðmerkingar kunnu sendast til ein og hvønn av okkum, sum standa niðanfyri.

Participating Partners and their Contact Persons

  • Sweden

    Lars Mikaelsson

    National Project Manager

    Telephone
    +46-70-600 22 73
    E-mail
    lars@projectservices.se
  • Faroe Islands

    Sveiney Sverrisdóttir

    Transnational Project Manager

    Telephone
    +298 590 760
    E-mail
    ssd@fkf.fo
  • Finland

    Juha Fränti

    National Project Manager

    Telephone
    +358 44 703 4031
    E-mail
    juha.franti@ouka.fi

    Reports and Documents

    NameTypeSize
    Netverkverkatlanarlysing 3PDF0.64 mb

    The Latest Comic


    by Hans Lindström

    More comics

    August 2011

    SMTWTFS
    123456
    78910111213
    14151617181920
    21222324252627
    28293031