Heilsutænastur

Innleiðing og bakgrund

Heilsutænastur er eitt annað øki har OLE staðfesti tørv á fleiri neyðugum framstigum. Framstigum við sterkum millumtjóða bindingum.

Heilsutænastur skal skiljast sum tænastur til fólk í teirra egna heimi.

Nógv av evnunum sum vóru reist í OLE viðvíkjandi heilsutænastum, eru við atliti til ynskið um at búgva heima longst møguligt.

Frá OLE hava vit valt hesi øki at arbeiða við:

  1. Gera eina funktionella skipan fyri eina samskipaða heilsutænastu millum ymsu veitararnar í umsorganarketuni, har kommunurnar møguliga hava størri ábyrgd. Øki at raðfesta eru til dømis:

    • Menna og innføra planleggingaramboð
    • Skapa og ella velja eina samskiftisskipan
    • Skapa og ella velja eina samskipan fyri teldutøka planlegging av heilsutænastum
    • Neyðugar bygnaðarbroytingar og nýggar skipanir at seta í verk.

    Sum part av eini funktionellari samskipan verður til dømis settur fokus á at menna skipan fyri heimavitjan til fólk yvir 80 ár. Gera eina skipan fyri váðameting og fyribyrgjandi tiltøkum í privatum bústøðum.

  2. Gera eina trygga skipan til útbýting av medisini:

    OLE vísti á eitt mál av serligum áhuga viðvíkjandi framtíðini, og tí staðroynd, at eldri ynskja at búgva heima sum longst. Talan er um medisinering til heimabúgvandi.

    Høvuðsendamálið er at optimera vitanina um, stuðulin til, og hegnið til at brúka nýggja tøkni til trygga medisinering, hjá tí eldra, teirra nærmastu, og starvsfólkunum. Hetta fer at forða fyri feilum í medisinering og hjálpa til at tey eldri óheft kunnu vera longri í egnum heimi.

    Tú kanst lesa meira um okkara arbeiði og hvussu tað líður fram í frágreiðingunum sum vit leggja niðanfyri. Viðmerkingar kunnu sendast til ein og hvønn av okkum, sum standa niðanfyri.

Participating Partners and their Contact Persons

Observational Partners

  • Iceland, Hornafjordur

    Ester Thorvaldsdottir

    National Project Manager

    Telephone
    +354 478 1400
    E-mail
    ester@hssa.is
  • Faroe Islands

    Hans Andr. Dam Joensen

    National Project Manager

    Telephone
    +298 737 201
    E-mail
    hansandr@sunda.fo

No Documents

No documents have been uploaded. Please check back later.

The Latest Comic


by Hans Lindström

More comics

August 2011

SMTWTFS
123456
78910111213
14151617181920
21222324252627
28293031