Bústaðir
Innleiðing og bakgrund
Í øllum luttakandi londunum í OLE vísti úrslitið, at fólk ynskja at búgva í egnum heimi sum longst. Neyðugt verður at viðgera og menna ymsar tættir sum stuðla uppundir hetta ynski, til dømis, fleiri bústaðir sum hóska fyri rørslutarnað, uppbygging av heimatænastum og heilsutænastum.

Í OLE kundu vit eisini staðfesta áhugan fyri teimum sokallaðu ættarliðsblandaðu húsunum.
Ein annar tørvur sum var staðfestur, var felags virksemi. Serliga tað sum er skapt av teimum eldru sjálvum. Ikki við nøkrum serstøkum endamáli, meira tað sum teimum eldru dámar, við teirra egna førleika og áhuga.
Frá úrslitunum hava vit valt fylgjandi øki at arbeiða við:
Gera eina ognarloysn har talan er um haldshús. Í grundini er talan um at gera eina funktionella handbók um "Hvussu at byggja og fylgja við". Frá OLE kunnu vit síggja at fylgjandi øki eru kjarnuevni:
- Innihald, við útgangsstøði í eigara - so væl sum leigara
- Byggiprogram
- Bygnaðu
- Kostnaður, stuttar ábendingar
- Skipan.
Gera eina skipan fyri "sjálvskapt" tiltøk við denti á eldri fyri eldri:
- Avgera jaligu faktorarnar sum eru neyðugir fyri at tryggja varandi virksemi
- Stimbra loysnir fyri besta dømið
- Skapa ein hugskotsbanka
- Framleiða tilvísingartilfar og tvørtjóðarligar kontaktir
- Í verkætlanarskeiðinum fer ein "pilotur" at stuðla uppundir bólkar sum ynskja at seta ígongd tiltøk í tráð við arbeiðssetningin hjá verkætlanini.
Gera eitt yvirlit yvir ognir, sum eru tilpassaðar fyri eldri borgarar/rørslutarnað. Vit leggja serligan dent á fylgjandi øki:
- Umsitingarliga skipan
- Bygnað
- Kostnað fyri loypandi tænastur í mun til møguliga sparing
- KT-skrá yvir egnaðar bústaðir
- Tænastuinnihald t.e. avmarking.
Tú kanst lesa meira um okkara arbeiði og hvussu tað líður fram í frágreiðingunum sum vit leggja niðanfyri. Viðmerkingar kunnu sendast til ein og hvønn av okkum, sum standa niðanfyri.
Participating Partners and their Contact Persons
Sweden

Ann-Christin Lahti
Transnational Project Manager
- Telephone
- +46 920 454 096
- ann-christin.lahti@soc.lulea.se
Sweden

Eva Hortell
Transnational Project Manager
- Telephone
- +46 920 455 760
- hoe12@lulea.se
Observational Partners
Norway

Liv-Bente Sælø
National Project Manager
- Telephone
- +47 755 54114
- liv-bente.salo@bodo.kommune.no
Iceland, Akureyri

Fridný B. Sigurdardóttir
National Project Manager
- Telephone
- +354 460 9108
- fridny@akureyri.is
No Documents
No documents have been uploaded. Please check back later.
English
Swedish
Faroese