Kunning

Tá menningarverkætlanin, Okkara Lív sum Eldri, endaði, kundu vit týðiliga síggja, at neyðugt er, at broyta háttin vit skipa okkum og arbeiða.

Okkara nýggja tvørtjóðarliga verkætlan leggur seg eftir at seta í verk nýggjar mannagongdir í tvørtjóðarligum umhvørvi. Íverkseting við virknum samstarvi millum luttakararnar, starvsfólk, umsiting og borgarar, fyri at tryggja, at okkara mannagongdir við tíðini verða burðardyggar.

Eitt týdningarmikið mál í okkara verkætlan nú, er at lýsa og gera mannagongdir sum aðrar kommunur, eins og privata vinnan á eldra økinum kunnu brúka.

Vit síggja, at broytingar eru neyðugar, og vóna at okkara arbeiði vil stuðla og geva íblástur til onnur, í teirra arbeiði, fyri betri eldri umsorgan í framtíðini.

Íverkseting og menning av nýggjum loysnum verða framdar á hesum økjum:

  1. Starvsfólkamenning og starvsfólkatilgongd
  2. Heilsutænastur
  3. Netverk
  4. Bústaðir og tænastur

Nágreinilig arbeiðslýsing er at finna undir kunningini um hvørt øki sær.

The Latest Comic


by Hans Lindström

More comics

August 2011

SMTWTFS
123456
78910111213
14151617181920
21222324252627
28293031