virkin sum longst
Published Friday 22nd of October 2010
virkin sum longst- evnisdagar um at eiga ein virknan leiklut í sínum eldraárum
- og 29. oktobur í Leguhúsinum í Nesvík
Samvera við skemti og álvara fyri fólk í 55 ára aldrinum og eldri.
Skemt: Frásøgur og kjak. Sangur og dansur. Gongutúrar við frásøgufólki.
Álvara: Heilsa. Andakt. Kjak.
Millum tey, ið leggja orku til: Knud Jacobsen, lækni, Rakel Helmsdal rithøvundur, Henning Bøgesvang, kommunupolitikarar og fleiri.
Porkeris-, Sunda-, Sørvágs- og Vága kommunur luttaka saman í eini verkætlan um eitt virkið eldralív (OLE2), og tí eru borgarar úr hesum kommunum í øllum aldri vælkomnir í Leguhúsið í Nesvík og taka lut í kjaki og at hugna sær.
At luttaka kostar einki - men tilmelding er neyðug vegna fyrireikingina.
Borgarar í Sørvágs- og Vága kommunum kunnu melda seg hjá Hans á 218820, í Sunda Kommunu hjá Brynjálvi á 212514 og í Porkeris Kommunu hjá Mortan á 573808, í seinasta lagi týsdagin 26. oktobur kl. 16.00.
Til ber at keypa matkort, tá meldað verður til:1 dagur: kr. 120,00, 2 dagar: kr. 220,00.
Gisting er at fáa í Leguhúsinum kr. 180,00 fyri hvønn, uttan morgunmat.
- Tags
- No tags
- Comments
- No comments
Comments Closed
Comments for this article are closed.
English
Swedish
Faroese