Vælkomin til OLE2
Vælkomin til okkara kunning um Okkara Lív sum Eldri - íverksetan.
Tvørtjóðarlig verkætlan, sum vil menna betri amboð og loysnir, til korini hjá teimum eldri í framtíðini.
Á síðunum her, kanst tú lesa meira um okkara arbeiði, gongdina og úrslit.

Tú kanst eisini lesa um okkara fyrra arbeiði á Okkara Lív sum Eldri I, fyrsta stigið hjá verkætlanini, á ourfuture.se.
Vit øll, sum luttaka í hesum týdningarmikla arbeiði bjóða tær at brúka okkara verkætlanarkunning og amboð sum ein íblástur fyri tínum arbeiði á framtíðar eldra økinum.
Anna-Lena Svensson
Tvørtjóðarligur verkætlanarleiðari
Luleå borg
Almanna tænastur
virkin sum longst
Published Friday 22nd of October 2010
virkin sum longst- evnisdagar um at eiga ein virknan leiklut í sínum eldraárum
- og 29. oktobur í Leguhúsinum í Nesvík
Samvera við skemti og álvara fyri fólk í 55 ára aldrinum og eldri.
Skemt: Frásøgur og kjak. Sangur og dansur. Gongutúrar við frásøgufólki.
Álvara: Heilsa. Andakt. Kjak.
Millum tey, ið leggja orku til: Knud Jacobsen, lækni, Rakel Helmsdal rithøvundur, Henning Bøgesvang, kommunupolitikarar og fleiri.
Porkeris-, Sunda-, Sørvágs- og Vága kommunur luttaka saman í eini verkætlan um eitt virkið eldralív (OLE2), og tí eru borgarar úr hesum kommunum í øllum aldri vælkomnir í Leguhúsið í Nesvík og taka lut í kjaki og at hugna sær.
At luttaka kostar einki - men tilmelding er neyðug vegna fyrireikingina.
Borgarar í Sørvágs- og Vága kommunum kunnu melda seg hjá Hans á 218820, í Sunda Kommunu hjá Brynjálvi á 212514 og í Porkeris Kommunu hjá Mortan á 573808, í seinasta lagi týsdagin 26. oktobur kl. 16.00.
Til ber at keypa matkort, tá meldað verður til:1 dagur: kr. 120,00, 2 dagar: kr. 220,00.
Gisting er at fáa í Leguhúsinum kr. 180,00 fyri hvønn, uttan morgunmat.
- Tags
- No tags
- Comments
- No comments
English
Swedish
Faroese









